5 ÆTTARLIÐI AV STØRSTA GAMING TILTAK Í FØROYUM

So eru vit klár til at avdúka okkara avgjørt størsta tiltak í ár! Eftir langan steðg, byrja vit 2022 við einum brakið við okkara eLan tiltak. 200+ luttakarar, skjótt internet, kappingar, VR-bás og 24/7 kiosk!

Vit verða í Skúlanum á Fløtum hesaferð.

Tiltakið varar í 43 tímar og tað er opið 24/7 í varandi tíðarskeiðnum. Kostnaðurin er 400,- per luttakari, og við í prísinum er atgongumerkið til allar tænastur á tiltakinum. 

Tiltakið er tann 6-8 Mai. Dyrnar opnað klokkan 17:00. Tiltakið stongir klokkan 12:00 sunnumorginin. Keypi atgongumerkini beinanvegin, fyri at fáa tykkara pláss.

Keyp atgongumerki her

STUÐLAR TIL ELAN 5

#Hvar? #Borðpláss?

Tiltakið verður hesaferð í Høllini hjá Skúlanum á Fløtum. Tiltakið kostar 400,- per luttakari, og hvør luttakari fær gott sitipláss, 10gbit Steam/Blizzard servara avtrat gigabit internet. Eisini verður Virtuel Básar, sum øll luttakandi kunnu brúka alt samdøgrið. Eisini verður matur at fáa alt samdøgrið.

Keyp atgongumerki her

Matur, Drykkivørur & Kiosk

Tilber at keypa mat og drykkivørur á tiltakinum, og áðrenn tiltakið verður á okkara nethandil.

*Matur/pizza kann keypast áðrenn og í meðan tiltakið er á netinum/á staðnum. Legg til merkis, at tað er loyvt at hava sín egna mat við inn og vatn, men ikki er loyvt at hava egna sodavatn/energi við, tí kioskin selur tað bíligt alt samdøgrið og á netinum. Dispensión av øðrum sløgum enn Redbull / Bold Energy sodavatnir kunnu gevast, við avtalu um grundgeving við eSport.fo á Facebook. Alkohol er ikki loyvt. Vatn/saft er sjálvsagt loyvt at hava við inn sjálvi.

keyp áðrenn á nethandlinum

KAPPINGAR VERÐA Í

League of Legends

Warzone

Counter Strike: Global Offensive

Rocket League

Fortnite

Umleið 32.000,- í vinningum

MELDA TIL ELAN 5

Tað er neyðugt at melda seg til kappingar á staðnum. Tað er neyðugt at hava atgongumerkið og verða til eLan #5 fyri at verða við í kappingum. Vinningar verða kunngjørdir seinni/á staðnum.

HENT AT VITA

Switchirnar eru mitt á borðunum. Neyðugt er at hava egnað LAN kápil við, ella at keypa LAN kápil á staðnum. Uttasta plássini eru 13 metrar frá switchirnar, tískil er neyðugt við upp til 15 Metrar LAN káplar(10 metrar nokk fyri 90% av luttakarunum). eSport.fo hevur vakt alt samdøgrið. Tað er bert loyvt at hava 1 LAN stik til switchirnar, sum eisini merkir, at tað ikki er loyvt at hava t.d. eina Playstation og PC sett til í senn. Kappingar verða í alskyns av spølum, tó er tiltakið gjørt til at hugna sær í, við vinfólkum og nýggir kenningar. Tað ber ikki til at flyta pláss, vinarliga keypið rætta plássið fyrstuferð. Eru spurningar, feil keyp ella annað, ber til at skriva til esport@esport.fo ella ringja +298 58 98 64.

KEYP ATGONGUMERKIÐ