eSport.fo er stovnað undir IVF eSport Føroyar, eLan, og hevur í løtuni høvuðssætið í Tórshavn.

 

  1. Prísurin er í  (DKK) donskum krónum, og MVG er íroknað tá selt verður til Føroyingar.
  2. Brot á lógini um svartabørshandil verður meldaður til løgregluna.
  3. Vit taka ímóti Visa, MasterCard, American Express, Discover, JCB, Diner’s Club og EnRoute, sum er umvegis PayPal. Eisini takað vit ímótir Bankaflyting. Einans bankin og Paypal fær tínar kortgjaldsupplýsningar. (Meira kann lesast um Paypal á https://www.paypal.com/dk/webapps/mpp/about)
  4. Eitt avgreiðslugjald á kr. 2,00 verður kravt við skund bankaflyting, og 3.6% + 2.4kr við Paypal, fyri samlað upphæddini ið keypt verður fyri.
  5. Atgongumerkini verða skrásett við navni tá bílagt verður, og skal upplýsast við inngondina. Fyriskiparnir ognað sær rætt til at spyrja eftir prógv, um iva er um hvør viðkomandi er.
  6. Atgongumerkini eru ikki umfatað av iðranarætti, og kunnu tískil ikki veita pening aftur. Eru spurningar ella trupuleikar, vendi tykkum til [email protected]
  7. Atgongumerkini kunnu ikki býtast um við aðra vøru ella tænastu eSport.fo framleiðir ella bjóðar.
  8. Tað er bara eSport.fo og/ella fyriskipararnir, sum hava ábyrgdina av tiltøkum, ið eSport.fo stendur aftanfyri. eSport.fo kann ikki ábyrgdast fyri brot ella onnur mál, sum íkoma orsakað av egnum gerðum hjá kundanum ella luttakarunum.
  9. eSport.fo og/ella fyriskiparnir kunnu ikki ábyrgdast fyri tap ella onnur viðurskifti, sum kann íkoma orsakað av vantandi atgongd til tænastur ella upplýsingar á internetinum o.l.. Hetta er galdandi, líka mikið um vantandi atgongdin er íkomin orsakað av, at skipanir eru niðri, øðrum umstøðum hjá veitaranum, ella sjálvum eSport.fo ella force majeure, sum t.d. Verkfall.
  10. eSport.fo hevur eftirlit við øllum tiltakinum hjá eSport.fo. eSport.fo ikki ábyrgjast fyri manglar av óneyðugum upplýsingum.
  11. Atgongumerkið verða í avísum førum ikki afturgoldin, um tiltakið lutvíst ella heilt verður avlýst vegna óregluliga flúgving, tekniskir trupulleikar, serliga ringum veðurlíkindum ella grundað onnur viðurskifti, sum fyrireikararnir ikki hava ræði á.
  12. eSport.fo kann ikki ábyrgdast fyri tap ella stuldum av vørum hjá kundum, telefonum, lutir, teldur, telduútgerð, mat ella annað í tiltøkumum.